- Tíðindi, mentan og ítróttur
Høvdavirkið komið fyri seg
17.05.2019 - 10:22
Innlendis›Vinna
Høvdavirkið komið fyri seg
Verulig gongd er nú komin á aftur virksemið hjá Høvdavirkinum í Lorvík

Úr Høvdavirkinum.
Verulig gongd er nú komin á aftur virksemið hjá Høvdavirkinum í Lorvík.
Tá oljuprísurin lækkaði nógv fyri nøkrum árum síðani, var kreppa í Nigeria, og tað hevði við sær, at virkið ikki slapp av við turkaðu høvdini.
Nú er vend komin í, og Nigeria keypir aftur stórar nøgdir frá Høvdavirkinum í Lorvík.
Og tað sæst eisini aftur hjá virkinum, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri.
Í fjør hevði Høvdavirkið góðar tvær milliónir kr. í yvirskoti.
Eirikur á Húsamørk er stjóri.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV