- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bíðitíðin hjá parkinsonsjúklingum er alt ov long
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/landssjukrahusid_01.jpg?itok=9Xbop70V)
Hóast bæði heilsumyndugleikar og landsstýriskvinnan í heilsumálum hava sagt, at bíðitíðin hjá fólki við parkinson at sleppa í viðgerð, varð stytt niður í fýra til seks mánaðir, hevur felagið í svari frá Landssjúkrahúsinum í desember 2018 fingið at vita, at bíðitíðin er 10 mánaðir.
Durid Johannesen, forkvinna í Parkinsonfelagnum, sigur, at tey kunnu als ikki góðtaka bíðitíðina.
- Fýra til seks mánaðir er eisini ov leingi hjá sjúklingum og avvarandi at bíða eftir viðgerð, tí tað ávirkar lívsgóðskuna so nógv at ikki sleppa í viðgerð, sigur Durid Johannesen.
Í Danmark, Íslandi og Norra er eingin bíðitíð eftir at koma í viðgerð, men í Parkinsonfelagnum vænta tey sær ikki onga bíðitíð, men tey kunnu ikki góðtaka ta bíðitíðina, sum nú er.
Parkinsonfelagið sigur í boðum til heilsumyndugleikarnar, at støðan í Føroyum livir ikki upp til tað, sum væntast kann av einum heilsuverki í Norðurlondum í 2019, og tey vóna, at heilsumyndugleikarnir taka hetta til sín.
Sí eisini