- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV: Mugu laga langtíðarætlanir til tørvin
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/sev_-_02.jpg?itok=fRoObDXK)
Stjórin á SEV váttar, at SEV í nógv ár hevur fyrireikað ein kaðal til Sandoynna og Suðuroynna.
Kortini heldur Hákun Djurhuus fast í, at SEV kundi ikki handfarið støðuna øðrvísi, nú felagsskapurin í tólvta tíma steðgaði á við ætlanini um pumpuskipan í Suðri, júst tí at loysnin við einum kaðali skuldi kannast nærri.
-Fortreytirnar eru munandi broyttar, og tí mugu vit meta um øll alternativ av nýggjum, sigur Hákun Djurhuus:
Tá SEV herfyri valdi at steðga á við ætlaðu pumpuskipanini, var orsøkin sambært stjóranum tann, at nú eru trý alternativ at meta um: "ein kaðalloysn, ein pumpuskipan ella bæði".
Boðini frá SEV koma nústani, hóast kaðalloysnin hevur verið á breddanum, innanhýsis í SEV, síðani 2012:
Í innanhýsis skjølunum hjá SEV liggur ein liðug ætlan um 60 kilovolt netið í framtíðini - ein ætlan, sum fevnir um kaðal gjøgnum Sandoyartunnilin, eina 60 kilovolt støð á Sandi og eina kaðal víðari til Suðuroynni. Ætlanin bleiv gjørd í 2016:
Árið eftir, í mars 2017, søkir SEV um loyvi at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni. Tað er henda skipanin, sum seinni gerst grundarlagið undir stóru vindmyllulundini í Porkerishaganum.
Hoyr innslag við at trýsta á pílin undir myndini
Sí eisini