- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sirið harmast um kollsiglda orkuútbygging í Suðri
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/sirid4.png?itok=Z8cp-EvR)
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í orkumálum, hevur boðsent nevndina í SEV á fund við seg fyrrapartin í dag. Endamálið er at fáa greiðu á stóru orkuútbyggingini í Suðuroynni, sum upprunaliga skuldi fevna um eina stóra vindmyllulund og eina pumpuskipan, ið tilsamans kundu flutt elframleiðsluna í Suðuroynni frá at vera 10 prosent grøn til at vera 80 prosent grøn.
Men SEV er farið at ivast í, um tað er rætt at gera íløgu í eina pumpuskipan í Suðuroynni, heldur enn at leggja ein kaðal úr meginøkinum til Suðuroynna. Tann støðan ger, at vindmyllulundin í Porkerishaganum tódnar niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt.
Landsstýriskvinnan ásannar, at tað gongur alt ov seint at flyta elframleiðsluna frá olju til grønar orkukeldur.
Hoyr samrøðu við Sirið Stenberg við at trýsta á pílin undir myndini.
Sí eisini