- Tíðindi, mentan og ítróttur
SEV umhugsar kaðal til Suðuroyar
-Tíðirnar broytast alla tíðina, og harvið eisini fortreytirnar fyri teimum orkuútbyggingum, sum skulu gerast.
Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, sum er farin at ivast í, um tað er rætt at gera eina pumpuskipan í Suðuroynni.
Sambært Orkudeildini á Umhvørvisstovuni, sum er myndugleikin á økinum, var pumpuskipanin ein fortreyt fyri tí vindmyllulund í Porkerishaganum, sum nú í tólvta tíma er tódnað niður í helvt.
-Vit hava skyldu at kanna og samanbera allar møguleikar, sigur Hákun Djurhuus, sum er ósamdur við Orku í, at pumpuskipanin var ein grundleggjandi fortreyt fyri vindmyllulundini í Porkerishaganum.
Sambært stjóranum verða nú trý alternativ umrødd í leiðsluni hjá SEV. Eitt alternativ er at leggja ein kaðal frá meginøkinum til Suðuroyar, eitt alternativ er at halda fast um pumpuskipanina í Suðri og eitt triðja alternativ er at gera bæði.
SEV boðaði Orkudeildini frá hesum í skrivi 1. februar, ein mánað áðrenn freistin at bjóða uppá vindmyllulundina er úti, 1. mars. Boðini fingu Orkudeildina at minka útboðið niður í helvt, úr 12 megawatt niður í seks megawatt.
Forstjórin í Magn skírir handfaringina av útboðnum at vera "óseriøsa." Sí innslag niðanfyri.
Men sambært Hákuni Djurhuus ber væl til at bjóða 12 megawatt av vindorku út í Suðri, hóast pumpuskipanin ikki verður veruleiki í fyrsta umfari. Men hesum er myndugleikin á økinum, Orka á Umhvørvisstovuni, sum nevnt ósamdur í.
Hoyr samrøðu við Hákun Djurhuus við at trýsta á pílin undir myndini
Sí eisini