- Tíðindi, mentan og ítróttur
Biogassverkið vigast av Umhvørvisstovuni
Hvussu illa dálkar, larmar og luktar eitt biogassverk?
Hesir spurningar skulu svarast, áðrenn biogassverkið á Skarðshjalla hjá dóttirfelagi hjá Bakkafrosti kann fáa endaligu góðkenningarnar.
Biogassverkið skal eftir ætlan byggjast á Skarðshjalla í Hoyvík, og grannar har - bæði vinnuligir, privatir og onnur við - hava møguleika at verða hoyrdir, nú Umhvørvisstovan er farin undir góðkenningartilgongdina.
Freistin er ikki long - hon er sett at vera tann 28. februar.
Dóttirfelagið hjá Bakkafrosti eitur P/F Føroysk Náttúruorka, og endamálið við biogassverkinum er at framleiða hita, streym og nátúrlig tøð burtur úr mykju og burturkasti frá smolt- og alistøðum og seinni kanska eisini lívrunnum húsarhaldsburturkasti
Eftir krøvum í lógini um framleiðslu, flutning og veiting av ravmagni hevur Føroysk Náttúruorka fingið eina kanning gjørda, sum metir um, hvørji árin teirra virksemi væntandi kann hava á umhvørvið.
Hendan kanningin er júst almannakunngjørd á heimasíðuni hjá Umhvørvisstovuni, og har liggur hon eisini til almenna hoyring (www.us.fo).
Tó verður hon eisini send til hoyringar hjá m.a. Tórshavnar kommunu og Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelagi, sigur Ingvard Fjallstein, málsviðgeri á Umhvørvisstovuni.
Men hvat vísir so hendan árinskanningin, sum felagið sjálvt hevur fingið gjørt,- altso hvat skulu grannar á Hjalla og aðrastaðni vænta sær? Ingvard Fjallstein frá Umhvørvisstovuni greiðir frá.
Sí eisini