- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mentamálaráðið var ov lagaligt við Sunda kommunu
15.01.2019 - 12:29
Innlendis›Samfelag
Mentamálaráðið var ov lagaligt við Sunda kommunu
Føroya rættur sigur, at skúlabygnaðurin skuldi verða sum Sunda kommuna ætlaði og upprunaliga fekk loyvi til. Poul Geet Hansen er aðalstjóri:

Sunda kommuna vann í Føroya rætti.
Mentamálaráðið hevur verið ov lagaligt, tá skúlabygnaðurin í Sunda kommunu skuldi góðkennast.
Málið endaði í Føroya rætti, sum segði, at skúlabygnaðurin skuldi verða sum Sunda kommuna ætlaði.
Hetta er eisini tann bygnaður, sum Mentamálaráðið góðtók í fyrstani, men broytti eftir, at Løgtingsins umboðsmaður hevði sagt sína hugsan um málið.
Mentamálaráðið fer neyvan í hægri rætt við dóminum hjá Føroya rætti, sigur Poul Geert Hansen, aðalstjóri.
Spurdur, um dómurin hevur lært Mentamálaráðnum nakað, ella, um hann kann brúkast í øðrum slíkum málum, svarar aðalstjórin:
Mentamálaráðið er eisini dømt at rinda sakarkostnaðin hjá Sunda kommunu, 125.000 kr.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV

Hósdag 27. februar
«Mær kundi gjørst neyðugt at verða doyptur av tær, og so kemur tú til mín!»
188373
Nýggjastu sendingar í SV