- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Øll eiga at sleppa at ganga frítt í høgunum

Áhugin fyri at ganga í fjøllunum er vaksin nógv seinnu árini. Nú fara fólk ikki bara upp í fjøllini at gera ørindi. Fleiri fólk fara uppá fleiri tindar - uttan ørindi, men bert fyri at njóta gongutúrin og náttúruna. Rúna Hjelm er ein teirra, ið gongur nógv í fjøllunum.
- Tá eg fari í fjøllini eri eg nærverandi. Eg hugsi ikki um annað, enn at taka eitt stig í senn. Eg njóti eg vera í nú'inum, greiðir Rúna frá.
Rúna vil vera við, at øll skulu sleppa at ganga frítt í høgunum - uttan at spyrja bøndurnar um loyvi. Tó skal treyt fylgja við - tey, sum ganga í høgunum, skulu gera tað við ábyrgdini um at fara væl um náttúruna.
- Eg meini, at vit hava vunnið hesa hevdina í Føroyum, har mann hevur rætt til at fara í hagan uttan at spyrja um loyvið, sigur Rúna Hjelm.
Sí eisini