- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bygnaðarbroytingar standa ikki við

Fyribilsstjóri á Landsverki er Árant Andriasson, sum var varastóri undir Ewald Kjølbro, stjóra, sum varð koyrdur frá fyri jól.
Hetta boðaði Samferðslumálaráðið frá beint fyri middag, og í stuttu fráboðanini stendur eisini, at tann umstríddi bygnaðurin á Landsverki, skal vera, sum hann var undir undanfarna stjóra.
Heðin Mortensen, landsstýrismaður broytti sjálvur bygnaðin frá fýra til tríggjar deildir, og m.a. hetta fekk Akademikarafelagið til at kæra landsstýrismannin fyrst til løgmann og síðani til Løgtingsins Umboðsmann.
Vit spurdu nýggja fyribilsstjóran, Árant Andriasson, hvat tað merkir fyri umstríddu broytingarnar, at bygnaðurin nú skal vera óbroyttur.
Hoyr samrøðu omanfyri.
Hoyr samrøðu við landsstýrismannin í samferðslumálaráðnum her.
Sí eisini
