Heðin: Trýstið á politisku skipanina bleiv stórt

bannari
19.12.2018 - 16:12
InnlendisPolitikkur
Heðin: Trýstið á politisku skipanina bleiv stórt
Landsverk hevur ikki dugað nóg væl at stýra byggiætlanini Glasir, sigur Heðin Mortensen, sum við uppsøgnini vil taka trýstið av politisku skipanini

-Trýstið á løgting og landsstýrið av byggimálinum Glasir bleiv nú somikið stórt, at neyðugt var at gera okkurt.

Tað sigur Heðin Mortensen, sum á middegi í dag koyrdi Ewald Kjølbro, stjóra á Landsverki, til hús.

Ewald Kjølbro er leysur úr starvi sínum frá í dag at rokna. Hann fær stjóraløn í eitt ár, nú hann er koyrdur frá.

Heðin Mortensen sigur, at hann fer at útnevna ein fyribilsstjóra fyri Landsverk í morgin ella ovurmorgin, og eftir nýggjár verður lýst eftir nýggjum stjóra til Landsverk. 

Ewald Kjølbro, nú fyrrverandi stjóri á Landsverki, vil ikki gera samrøðu við Kringvarpið ídag.

 

Heðin Mortensen var beinleiðis í tíðindunum klokkan 15. Hoyr samrøðuna, ið Beinta Løwe gjørdi við landsstýrismannin, við at trýsta á pílin undir myndini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946