Løgtingið fer í jólafrí 14.desember. 80 mál eftir

23.11.2018 - 12:38
InnlendisPolitikkur
Løgtingið fer í jólafrí 14.desember. 80 mál eftir
Hóast 72 tingmál enn eru í nevnd, og nøkur eru á veg í tingið, ætlar løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at fara í jólafri 14.desember:
Løgtingið skal í jólafrí 14.desember, hóast nógv mál eru í nevnd enn.

Flestu málini skulu verða samtykt fyri 1.januar 2019.

Næsti tingfundur verður 4.desember. Tá eru fimm aðru viðgerðir á skránni.  

Formenninir og forkvinnurnar í nevndunum hava fingið at vita, at tá skulu álitini koma úr nevndunum. 

Tí er eingin løgtingsfundur fyrr enn tann dagin, so nevndirnar hava frið at arbeiða.

Málini, sum ikki eru løgd fram enn, eru um broytingar í lógini um sjófeingi.

Eitt er um fiskidagar í staðin fyri kvotur næsta ár, og ætlanin er at siga upp hoyvíkssáttmálan á nýggjárinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946