Hótta við at siga seg úr starvi

bannari
17.11.2018 - 18:38
InnlendisSamfelag
Hótta við at siga seg úr starvi
- Tað kemur ikki uppá tal at vit fara aftur til arbeiðis, fyrr enn vit fáa okkurt betri í boði, sigur forkvinnan í Ljósmøðrafelagnum

Tað kemur ikki uppá tal, at vit fara aftur til arbeiðis, fyrr enn vit fáa ein betri sáttmála enn tað, sum vit hava fingið boðið. Tað sigur Annika Hoydal, forkvinna í Ljósmøðrafelagnum.

Tað eru meir enn níggju samdøgur síðan vekfallið hjá ljósmøðrunum byrjaði, men enn eru partarnir ikki komnir aftur til samráðingarborðið.

Stendur í botni

Tað stendur í botni í samráðingunum millum Ljósmøðrafelag Føroya og lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum. Terje Sigurðsson, semingsmaður, hevur kunnað partarnar um, at Semingsstovnurin ikki ger meir, sum støðan er nú.

Ljósmøðrafelagið vrakaði eitt semingsuppskot, sum varð lagt fyri partarnar 6 november, og 8. november fóru allar ljósmøðurnar á føðideildini - undantikið leiðandi ljósmóðurin, í verkfall. Verkfallið varð hert mikudagin, tá leiðandi ljósmóðurin eisini fór í verkfall.

Síðani verkfakllið byrjaði hevur Landssjúkrahúsið søkt um 49 undantøk, harav 38 eru játtaði. 16 børn fødd undir verkfallinum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. apríl
Veðrið
190120
Týsdag 1. apríl
Heðin Brú 2:2 - teknmálstulkað
190126
Týsdag 1. apríl
DOK01430 - teknmálstulkað
190125
Sunnudag 30. mars
Andakt
190022
Sunnudag 30. mars
Møti úr Nebo á Toftum
190017