Semja um nýggja lønartalvu

17.11.2018 - 10:19
InnlendisSamfelag
Semja um nýggja lønartalvu
Ein nýggj lønartalva var millum annað tað, sum Skipara- og Navigatørfelagið fekk í nýggja sáttmálanum, sum varð undirskrivaður í gjár.
Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum

Í gjárskvøldið skrivaðu Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið undir nýggjan sáttmála.

Talan er um tvey-ára sáttmála hjá skiparum og stýrimonnum við skipum hjá Strandfaraskipum Landsins og við Magnusi Heinason. Umframt lønarhækkan fekk Skipara og Navigatørfelagið eina nýggja lønartalvu har limirnir fáa endaløn eftir fimm ár í starvi í mun til tíggju ár í gamla sáttmálanum.

Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Fíggjarmálaráðið fór úr gildi 1. oktober 2017 og sambært Annfinni Garðalíð, so hevur talan verið um drúgvar samráðingar. Tað eru smáir 14 mánaðir síðan sáttmálin í fór úr gildi og tískil minni enn eitt ár til samráðast skal um nýggjan sáttmála.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962