- Tíðindi, mentan og ítróttur
Pengar fyri at liggja við kai
Makrelkvotur, sum trolbátar og trolarar hava fingið tillutað frá landinum, verða seldar víðari til uppsjóvarskip.
Aðalendamálið við fiskivinnunýskipanini var annars, at keyp og søla av kvotum skuldi steðga.
Trolarar í bólki 2 hava fyri 2018 fingið 13.000 tons av makreli, men uppsjóvarskipini hava fiska næstan alla kvotuna.
Felagið Trolbátar hevur í fleiri ár grundgivið, at trolbátarnir hava uppiborið ein part av lukrativu makrelkakuni, sum uppsjóvarflotin fyri ein stóran part hevur fiskað.
Men trolbátarnir hava allir latið sína kvotu til reiðaríið Varðan, og uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu hevur fiskað alla kvotuna - øll 1200 tonsini, sum trolbátarnir eiga.
Soleiðis hava trolbátarnir fingið ein part av makrelinum - uttan sjálvir at loysa frá landi.
Vit spyrja formannin í Felagnum Trolbátar, Bjarna í Skálum, hví trolbátarnir ikki sjálvir fiska makrelin.
Sí eisini