Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi

29.09.2018 - 19:39
InnlendisPolitikkur
Sjóvinnustýrið verður bygt á Giljanesi
Ingol S. Olsen, tingmaður fyri Tjóðveldi, vissar um, at nýggi bygningurin til Sjóvinnustýrið verður bygdur á Giljanesi

Nýggi bygningurin til Sjóvinnustýrið, sum eftir ætlan skal byggjast á Giljanesi, er ein av íløgunum, sum verður drýggjað í fíggjarlógini fyri 2019.

Hetta hevur elvt til gitingar um, at Sjóvinnustýrið ikki flytir aftur í Vágar.

Men Ingolf S. Olsen, sum er tingmaður fyri Tjóðveldi og býr í oynni, vissar øll vágafólk um, at Sjóvinnustýrið flytir aftur í oynna. Tað ætlar hann at tryggja sær við at staðseta nýggja bygningin til Sjóvinnustýrið í sjálvari verklagslógini.

Ingolf S. Olsen hevur eisini fingið tilsøgn frá landsstýrismanninum í vinnumálum, Poul Michelsen, at staðsetingin hjá Sjóvinnustýrinum verður ikki broyt.

Samstundis skilir tjóðveldistingmaðurin væl, at nógv vágafólk óttast, at Sjóvinnstýrið ikki flytir aftur til Vágar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117