Til ber at fylgja hvalunum

07.09.2018 - 09:34
InnlendisSamfelag
Til ber at fylgja hvalunum
Nú ber til at fylgja grindini, ið Náttúrugripasavnið merkti í Bø fyrradagin.

Fylgisveinasendarar vórðu festir á fýra hvalir í eini lítlari grind á 15 hval, ið var funnin norður úr Vágoynni og rikin inn á sandin í Bø.

Hetta er sættu ferð síðan fyrsta grindin var merkt í 2000, at fylgisveinasendarar eru festir á grindahval.

Endamálið er at kanna ferðing og útbreiðslu hjá grind, ið kemur fram við Føroyum og at vita, hvussu stórt útbreiðsluøkið er, sigur Náttúrugripasavnið.

Sendarnir á hvalunum er aktivir frá klokkan 7 á morgni til klokkan 11 fyrrapart. Hetta fyri at spara battaríð, so til ber at fylgja hvalinum longri.

Fyrstu tíðina verður kunnað dagliga; og sum frá líður verður ferðingin dagførd eina ferð um vikuna, stendur á heimasíðuni hjá Tjóðsavninum.

Hoyr samrøðuna við Bjarna Mikkelsen, lívfrøðing og hvalagranskara á Náttúrugripasavninum.

 
Er kopiera

Sí eisini

05.09.24
180165
03.09.24
180108
28.06.24
177366
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117