Mangla eldrasambýli á Tvøroyri

27.08.2018 - 15:04
Innlendis
Mangla eldrasambýli á Tvøroyri
Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar býráð hevur biðið um eyka býráðsfund, tí okkurt má gerast, um Tvøroyri skal fáa eitt eldrasambýli.

Tørvurin á eldrasambýli á Tvøroyri er so stórur, at kommunan má keypa ella leiga bygningin, har sambýlið við Sílá helt til. Tað heldur Javnaðarflokkurin í Tvøroyrar býráði, sum hevur biðið um eyka býráðsfund.

Tvøroyar kommuna má keypa ella leiga bygningin, har sambýlið við Sílá helt til, so eitt sambýli aftur verður á Tvøroyri.

Sambýlið við Sílá fór í ódnini í 2011. Tvøroyrar kommuna seldi sambýlið eftir tað. Síðani hava tey, ið keyptu bygningin, bygt hann uppaftur, og hann er gjørdur, so at hann kann brúkast til sambýli. Bygningurin er nú lýstur til sølu.

Javnaðarflokkurin hevur heitt á borgarstjóran á Tvøroyri um kalla inn til eyka býráðsfund beinanvegin um málið.

Bjarni Hammer, býráðslimur, sigur, at sambýlið við Sílá er við gleppa úr hondunum á býráðnum. Hann heldur, at norðara helvtin á Suðuroynni hevur tørv á eldrasambýli. Býráðið keypir ella leigar sambýlið, og síðani kann bygningurin leigast út til heimatænastuna, sum tekur sær av rakstrinum, sigur Bjarni Hammer. 

- Raksturin vil koma frá heimatænastuni, men Tvøroyrar kommuna noyðist at keypa ella leiga sambýlið, tí Bú- og Heimatænastan megnar tað ikki í løtuni, sigur Bjarni Hammer. 

Hoyr samrøðu við Bjarna Hammer omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 22. apríl
Morgunlestur týsdagur 22. apríl 2025
190899
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt páskadagur.
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878