- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fjarhitafelagið fær ikki avlopshita av Sundi
Fjarhitafelagið hevur ikki fingið avlopshita frá Sundsverkinum síðani mars 2017, og fer ikki at fáa avlopshita frá verkinum aftur fyrr enn síðst næsta ár.
Tað hevur við sær, at Fjarhitafelagið í løtuni nýtur munandi meira olju enn vanligt, sigur Hans Christian Dam, stjóri í Fjarhitafelagnum.
Neyðugt var at kvetta rørini millum Fjarhitafelagið og Sundsverkinum av, meðan nýggja Sundsverkið verður bygt, sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV.
18 prosent av Sundi
Hans Christian Dam vísur á, at eitt vanligt ár, sum í 2016, fekk Fjarhitafelagið 73 prosent av hitanum frá Brennistøðini, 18 prosent av Sundi og 6 prosent frá spillolju og 3 prosent frá gasolju. Í litrum brúkti Fjarhitafelagið 89.000 litrar av gasolju og 243 rúmmetrar av spillolju í 2016.
Men í 2017, tá Fjarhitafelagið bert fekk avlopshita frá Sundsverkinum inntil mars mánaða, var oljunýtslan nærum fýra ferðir so stór.
Ein orsøk til, at Fjarhitafelagið brútki eyka nógva olju í 2016 var eisini, at Brennistøðini lá still í nakrar mánaðar, tí eldur kom í hana.
Stjórin í Fjarhitafelagnum væntar, at Fjarhitafelagið fer at brúka munandi meira olju í ár enn vanligt, tá felagið fær avlopshitan frá Sundsverkinum.
Brennistøðin nøktar ikki allan tørvin
Hóast Brennistøðin brennur nógv rusk í løtuini, so nøktar hon ikki allan tørvin á avlopshita hjá Fjarhitafelagnum, sigur stjórin.
Eisini tá Fjarhitafelagið fær avlopshita frá bæði Brennistøðini og Sundsverkinum noyðist felagið við hvørt at brenna olju, tí við hvørki Brennistøðin ella Sundsverkið er í gongd alla tíðina.
Sí eisini