- Tíðindi, mentan og ítróttur
Óvist hvør fær síðsta partin av menningarkvotunum
Metingarnevndin mælir til, at 9 umsøkjarar fáa menningarkvotu. Tað sigur Gestur Hovgaard, formaður í metingarnevndini.
Tí er enn ógreitt, hvør fær tann partin av kvotunum, sum Fiskimálaráðið hevur valt at taka av pørtunum hjá teimum níggju umsøkjarunum, sum hava fingið menningarkvotu.
Spurningurin er, um talan er um ein tíggjunda umsøkjara, ella um parturin møguliga skal latast einum ella fleiri av teimum níggju, sum longu hava fingið lutað menningarkvotu.
Mælt til at luta út til níggju móttakarar
Í tilmælinum, sum almenningurin fekk innlit í í gjár, stendur greitt, at talan er um 9 umsøkjarar, sum fáa menningarkvotur.
Landsstýrismaðurin segði tó á tíðindafundinum í gjár, at tilmælið verður fylgt, men at eitt prosenttal er tikið av kvotunum hjá øllum níggju aktørunum, orsakað av einum fyrisitingarligum fyrivarni og eini hoyring, sum skal avgreiðast.
Gestur Hovgaard, sum er formaður í metingarnevndini, sigur seg einki vita um tað fyrisitingarliga fyrivarnið.
Óvist hvør fær seinastu 17 prosentini
Fiskimálaráðið hevur valt at taka 17,2% av kvotunum tilsamans, sum eingin uttan Fiskimálaráðið veit, hvar endar.
Tað er ikki greitt, um talan er um ein 10. umsøkjara, sum skal hava burtur av kvotunum, ella um onkur av teimum níggju, sum longu hava fingið menningarkvotu, skal hava meira, enn tað, sum nevndin hevur mælt til.
Tað, sum kann vera undranarvert, er, at Fiskimálaráðið, sum stendur fyri fyrisitingarligu viðgerðini, hevur góðtikið teir níggju aktørarnar, sum hava fingið tillutað menningarkvotu. So har átti ikki at verið nakar fyrisitingarligur trupulleiki.
Kennir einki til umsóknirnar
Tí kann vera ivasamt, um nakar av teimum níggju skulu hava meira enn tað, sum nevndin hevur mælt til.
Harafturat segði landsstýrismaðurin á tíðindafundinum í gjár, at hann einki kennir til umsóknirnar, tí hann ikki hevur lisið tær.
Tí er eisini ivasamt, um nakar annar enn tey níggju, ið hava fingið menningarkvotu, kunnu fáa menningarkvotu, tá landsstýrismaðurin einki kennir til umsøkjararnar.
Rógvi Reinert, aðalstjóri í Fiskimálaráðnum, sigur við Kringvarpið í dag, at niðurstøðan um tann seinasta partin ikki er gjørd enn, og tí ber ikki til hjá Fiskimálaráðnum at siga, um tey 17,2% verða latin til ein 10. umsøkjara ella til teir níggju, sum longu hava fingið.
Sí eisini