- Tíðindi, mentan og ítróttur
Privatir aktørar mugu sleppa framat
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/0b14cabb67844cb01fe64ad3d93a3433.png?itok=fZHyyQvZ)
SEV megnar ikki einsamalt at framleiða streym úr varandi orkukeldum, um vit skulu liva upp til orkupolitisku ætlanina hjá samgonguni. Tað sigur Hendrik Egholm, forstjóri í Magn.
Framleiðslan av grønari oku má økjast 3,5 ferðir innan 2030, um orkupolitisku málini hjá samgonguni skulu røkkast. Tað er ein av niðurstøðunum í orkupolitiska álitinum, sum varð handað landsstýriskvinnuni í orkumálum í gjár.
Ætlanin hjá samgonguni er, at helvtin av allari upphiting á landi skal vera grøn í 2025, og øll elorka á landi skal skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.
Men fyri at røkka hesum málinum, so mugu privartir aktørar eisini sleppa framat at selja beinleiðis til brúkaran, sigur forstjórin í Magn, Hendrik Egholm.
Sum støðan er í dag, er tað bara SEV, sum kann selja streym beinleiðis til brúkaran, og tí kann tað ikki loysa seg fíggjarliga hjá privatum aktørum at gera íløgur í grøna orku, sigur Hendrik Egholm, sum vil hava lógina broytta.
- Vit vilja gjarna spæla ein týdningarmiklan leiklut á hesum marknaðinum, men vit merkja ikki ordiliga tað, at politiska skipanin og orkubólkurin, sum hevur gjørt ætlanina, hava sama hug, sigur hann.
- Eg haldi tey undirmeta uppgávuna, og tey vilja gera stórar kollveltandi broytingar uttan at broyta lógarverk og marknað, soleiðis at tað líkist londini rundan um okkum, sigur forstjórin í Magn.
Hoyr samrøðuna við Hendrik Egholm, forstjóra í Magn, omanfyri.
Sí eisini