- Tíðindi, mentan og ítróttur
Reiðarar provokera manningarnar móti uppboðssølu
Tað var og er heldur ikki ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, at manningarnar skulu gjalda fyri kvoturnar, sum verða keyptar á uppboðssølu.
- Eg skilji ikki, hví manningarfeløgini ikki krevja sín rætt og nokta at gjalda, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.
Hann sigur, at manningarnar hava onga ávirkan á, hvat og fyri hvussu nógv, reiðarar keypa á uppboðssølu.
Manningarnar skulu tí heldur ikki gjalda.
Øll manningarfeløgini hava longt sáttmálarnar við Reiðarafelagið til 1.apríl næsta ár.
Reiðarar fara nú at draga kostnaðin fyri at keypa kvotur á uppboðssølu frá, áðrenn manningin fær sín sáttmálaásetta prosentpart av tí, sum skipið fiskar fyri.
Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, vísir á ein gerðarættarúrskurð frá 2013, har tað varð staðfest, at reiðarar høvdu rætt til at draga útreiðslur frá uppboðssøluni í 2011 frá, áðrenn manningin varð avroknað
Sí eisini