- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri marknaðaratgongd

Bakkafrost hevur keypt amerikanska sølufelagið North Landing í USA fyri at fáa betri atgongd til amerikanska marknaðinum, og fyri at varðveita eitt gott kappingarføri og eina góða kappingarstøðu á marknaðinum, tá tíðirnar gerast verri.
Tað sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti. Hann heldur eisini, at tað er ein fyrimunur at hava lagur og skrivstovu á amerikanska marknaðinum.
Bakkafrost hevur seinasta áratíggju havt økt fokus á at menna amerikanska marknaðin, sum er ein av størstu marknaðunum av laksi í heiminum. Alifyritøkan hevur undirskrivað treytaða keypsavtalu við eigararnar av North Landing um at keypa allan partapeningin í North Landing Ltd, og væntast kann at keypið er endaliga góðkent 25. mai.
North Landing er eitt amerikanskt sølufelag, sum selir laks á amerikansku eysturstrondini. Søluskrivstovan hjá North Landind við køli- og frysti goymslu er í Clifton, New Jersey. North Landing var fyrsta amerikanska felagið, sum innflutti feskan laks úr Føroyum, og hevur verið kundi hjá Bakkafrost í meiri enn 10 ár. 36 fólk eru í starvi hjá North Landing, sum framyvir verður skipað sum eitt sjálvstøðugt dótturfelag hjá P/F Bakkafrost.
Sí eisini