- Tíðindi, mentan og ítróttur
- Afturlatin uppboðssøla er besti mátin
Kunngerðin um at bjóða út rættindi at veiða svartkjaft, norðhavssild, makrel og botnfisk í Barentshavinum hevur verið til ummælis, og freistin var úti hálvan mars.
Høgni Hoydal er sannførdur um, at ein afturlatin uppboðssøla er besti mátin at tryggja rættvísa kapping og rætta prísin fyri tilfeingi.
Lægsta boðið ásetir prísin
Á opnari uppboðssølu vinnur hægsta boð. Men á afturlatnari uppboðssølu er tað lægsta, vinnandi boðið, sum ásetir prísin, sum allir keyparar skulu gjalda.
Og tað eru aðrar meiningingar um leistin fyri uppboðssøluna.
Ikki á einum máli
Fiskivinnuráðið - sum umboðar fiskivinnuna á sjógvi og landi - ynskir heldur eina opna uppboðssølu enn eina afturlatna uppboðssølu, soleiðis sum landsstýrismaðurin ætlar.
LES EISINI: Vilja hava grundgeving
Uppboðssølukunngerðin, sum framvegis ikki er lýst, elvir eisini til politiskar atfinningar.
Seinast hava fimm løgtingsmenn úr andstøðuflokkunum sett landsstýrismanninum skrivligar spurningar um, hvussu hann ætlar at skipa uppboðssøluna. Og í løgtinginum liggur eisini eitt lógaruppskot frá andstøðuni um at strika uppboðssølupartin burturúr samtyktu lógini um fyrisiting av sjófeingi.
Sum tann einasti andstøðulimur atkvøddi Bill Justinussen úr Miðflokkinum í desember fyri fiskivinnunýskipanini. Nú uppboðssølu-kunngerðin er orðað, harmast hann almikið um at kunna staðfesta, at ætlanin er at selja øll rættindini á afturlatnari uppboðssølu.
LES EISINI: Tingmenn spyrja Høgna Hoydal um uppboðssøluna
Sí eisini