- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ósemja í Sjálvstýri
Í Norðlýsinum í farnu viku, segði Jógvan Skorheim at flokkurin ikki fer at gerast partur av samgonguni, tí flokkurin ikki er samdur við samgonguni um fiskivinnupolitikkin.
Men hetta passar ikki. Bjørn á Heygum, formaður í Suðurstreymoyðar Sjálvsstýrsfelag sigur, at hetta er meiningin hjá Jógvani Skorheim sjálvum og ikki hjá flokkinum.
Persónliga meiningin forðar
Bjørn á Heygum sigur, at tað er hansara greiða fatan, at fleiri í flokkinum er sera positiv um at fara í samgongu og sostatt fáa ávirkan, men at persónliga meiningin hjá formanninum í flokkinum, Jógvani Skorheim, er ein forðing fyri hesum.
Formaðurin í Suðurstreymoyar Sjálvsstýrsfelag heldur ikki, at málið er nóg væl viðgjørt innanhýsis í flokkinum. Og tað er stutt og greitt ikki satt, tá Jógvan Skorheim sigur, at flokkurin ikki vil í samgongu. Flokkurin er nevniliga ikki á einum máli um hetta.
Formaðurin í flokkinum hevur sostatt tikið eina einvísa avgerð um ikki at fara upp í samgongu, og hetta er sera harmiligt, sigur Bjørn á Heygum, sum ynskir, at Sjálvstýri fer undir eitt samstarv og kan fáa meira ávirkan, enn flokkurin hevur í løtuni.
Sí eisini