- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tíðindini hesa vikuna
Vakmyndatól umborð á Enniberg
Dulnevnd umboð fyri manningina á Ennibergi boðaðu Dátueftirlitinum, almenninginum og Fiskimannafelagnum frá, at reiðarin hevði sett vakmyndatól upp á verksmiðjuni.
Reiðarin segði, at hetta hevði fingið framleiðsluna upp í topp, men Dátueftirlitið segði, at tað var ólógligt at seta myndatól upp uttan loyvi.
Reiðarin noyddist at sløkkja myndatólini, áðrenn Enniberg aftur loysti frá kaj.
Cambridge Analytica
Dagdvøljur og stuttleikatestir á facebook skal ein vara seg fyri.
270.000 fólk á facebook høvdu valt at trýsta á eina kviss, sum lovaði at siga tær, hvør typa tú ert. Í tí dulda fóru bakdyrnar hjá hesum 270.000 á víðan vegg, og allar dátur frá teimum og teirra netverki vórðu tiknar av eini privatari fyritøku, kallað Cambridge Analytica.
50 mió facebook-brúkarar mistu sínar persónsdátur, sum vórðu brúktar til at ávirka forsetavalið í USA. Á duldum upptøkum hjá Channel 4 reypar Cambridge Analytica av at hava ávirkað val í USA, Mexico, Indonesia, Kina og í Afrika. Eisini sigst fólkaatkvøðan í Bretlandi um Brexit at hava verið í skotlinjuni.
Myndugleikar vita ikki hvørjum beini, teir skulu standa á, men ES hevur boðað frá strangari lóggávu nú í vár, har ognarrætturin til persónsdátur verður staðfestur, og bann verður sett fyri, at appir tildømis kunnu biða brúkarar um at góðtaka generell lyfti, sum siga, at appin fær loyvi at brúka tínar dátur til "at bøta um hesa vøruna".
LES EISINI: Facebook kennir teg best
Bankar og teirra pengar
Bæði Bank Nordik og Betri Banki hava verið í fokussi hesa vikuna.
Rúni Vang Poulsen hevði ein dupultleiklut, tá hann sum stjóri í Smyril Line keypti jørð frá Bank Nordik til hotell. Rúni Vang Poulsen sat nevniliga samstundis sum næstformaður í bankanum, sum seldi sær jørðina.
Formaðurin í Betri-samtakinum og næstformaðurin í Betri Bankia, Birgir Nielsen noyddist eisini at svara, hví ein fyribilsstjóri í bankanum fekk 1,7 milliónir krónur við sær eftir 77 dagar í starvinum. Tað svarar til eina dagsløn, sum er meira enn ein arbeiðari fær ein heilan mánað.
Sí eisini