Jósup fer at røkja Mykinesleiðina

14.03.2018 - 12:10
InnlendisSamfelag
Jósup fer at røkja Mykinesleiðina
Strandferðslan hevur gjørt avtalu um Mykinesleiðina við smápartafelagið Mykines, sum eigur Jósup.

Sáttmálin er galdandi í fimm ár, og Strandferðslan fær ræðisrættin á Jósupi øll árini, og kann tí eisini brúka bátin á øðrum farleiðum, um tað verður neyðugt.

Hilmar Eliasen er stjóri á Strandfaraskipum Landsins, og hann fegnast um avtaluna.

Tá farleiðin varð boðin út, hevði Strandferðslan ásett ein sáttmálaprís á 300.000 krónur, og smápartafelagið Mykines segði seg kunna gera arbeiðið fyri kr. 800.000.

Mykinessiglingin byrjar aftur fyrsta mai.

Seinnapartin fer Strandferðslan at kunna um, hvussu siglingin hjá skipum og bátum hjá Strandferðsluni verður í summar.

Hoyr samrøðu við Hilmar Eliassen omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008