- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nógvar royndir og altjóða netverk góvu starvið
14.03.2018 - 12:35
Innlendis›Samfelag
Nógvar royndir og altjóða netverk góvu starvið
Gunn Hernes er nýggjur stjóri í Norðurlandahúsinum. Fyrstu tíðina ætlar hon at brúka til at kunna seg. Broyting verður eingin í fyrstani, sigur hon:

Gunn Hernes tekur við sum stjóri í Norðurlandahúsinum 1.juni.
Gunn Hernes er fødd og uppvaksin í Noreg, og hon hevur útbúgving á mentanarøkinum, sum hon tók í Telemark.
Hon hevur eisini skeið í mentan og list, sum hon hevur nomið sær í Danmark.
Sif Gunnarsdóttir, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum síðani í januar 2013, fer til Íslands aftur um tvær vikur.
Hon fer í starv sum skrivstovustjóri á mentanardeildini hjá Reykjavíkar kommunu.
Til Gunn Hernes kemur 1.juni, verður Jákup Samuelsen, fíggjarstjóri, eisini stjóri í Norðurlandahúsinum.
55 umsóknir vóru til starvið sum stjóri í Norðurlandahúsinum.
Tær vóru úr øllum Norðurlondunum, millum teirra vóru tríggjar úr Føroyum.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV