Hoyvíkssáttmálin má broytast

09.03.2018 - 15:50
InnlendisVinna
Hoyvíkssáttmálin má broytast
Hoyvíkssáttmálin má broytast, tí 1. januar 2025 skulu íslendingar burturúr føroysku fiskivinnuni, tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður

Tí verða samráðingar um sáttmálan, og bera tær ikki á mál í seinasta lagi 1. januar 2019, verður Hoyvíkssáttmálin sagdur upp, tí uppsagnarfreistin er seks ár.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður, sum fer til Íslands í næstum at byrja samráðingarnar.

Nýggja fiskivinnulóggávan ger, at Hoyvíkssáttmálin má broytast, tí frá 1. januar í 2025, kunnu íslendingar ikki longur eiga í føroysku fiskivinnuni.

Og tá er samstundis ætlanin at gera broytingar sum føroyingar ynskja, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum.

Hóast Hoyvíkssáttmálin ikki hevur virkað til fyrimuns fyri Føroyar, so heldur Poul Michelsen, at íslendingar og føroyingar eiga at hava eina avtalu.

Nú vera so samráðingar um Hoyvíkssáttmálan, og so fer tíðin at vísa, hvat kemur burturúr, sigur Poul Michelsen, sum ikki vil gera støðuna upp, áðrenn samráðingarnar eru byrjaðar.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Fríggjadag 21. februar
Veðrið
188130
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962