Búskaparráðið bíðar til skipanin hevur virkað

bannari
01.03.2018 - 12:59
InnlendisPengar
Búskaparráðið bíðar til skipanin hevur virkað
Pensjónsnýskipanin einsamøll loysir ikki trupulleikan við búskaparliga haldførinum. Sverri Hansen er formaður í Buskaparráðnum:
Sverri Hansen.

Størsta einstaka avbjóðingin fyri føroyska samfelagsbúskapin er - enn sum áður - at vaksandi talið á eldri borgarum fer at trýsta útreiðslurnar í heilsuverkinum og eldrarøktini uppeftir. 

Ráðið ávarar politiska myndugleikan móti at lata seg misleiða av núverandi "góðu tíðunum, stóra arbeiðsvirkninum ella vøkstrinum í fólkatalinum". Tí sonevndu góðu tíðirnar nú loysa ikki demografiska haldføristrupulleikan, sum frá líður, sigur Búskaparráðið.

Hetta er sama ávaring, sum Búskaparráðið er komið við í mongum frágreiðingum: at vit gerast alsamt fleiri eldri, sum ikki arbeiða og rinda skatt, men sum krevja røkt og viðgerð. 

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946
Týsdag 22. apríl
3-2 (17. mars 2025)
190944