- Kommunulæknasáttmálin má dagførast

06.02.2018 - 13:38
InnlendisSamfelag
- Kommunulæknasáttmálin má dagførast
Tað sigur formaðurin í kommunulæknafelagnum, sum hevur sagt sáttmálan við Heilsutrygd og Heilsumálaráðið upp fyri at fáa gongd á samráðingarnar

Sáttmálin hjá kommunulæknunum er 12 ára gamal, og hann má dagførast um viðgerðin ikki skal vera heilt afturúrsilgd.

Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, sum hevur gjørt av at siga sáttmálan við Heilsutrygd og Heilsumálaráðið upp, fyri at fáa gongd á samráðingarnar.

Tað eru viðgerðir sum ikki verða gjørdar hjá kommunulæknunum, tí sáttmálin ikki er endurskoðaður. Marjus Dam óttast at tað gongur útyvir áhugan hjá yngri læknum at søkja starv sum kommunulækni.

Hoyr samrøðu við formannin í brotinum omanfyri. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008