Gongd er á samráðingunum

29.04.2018 - 14:22
InnlendisSamfelag
Gongd er á samráðingunum
Sáttmálin hjá kommunulæknunum gongur út 1. mai. Enn er eingin semja, men partarnir siga, at teir samráðast

Týsdagin gongur sáttmálin hjá Kommunulæknafelagnum út.

Kommunulæknafelagið boðaði í februar frá, at felagið hevði sagt sáttmálan við Heilustrygd og Heilsumálaráðið upp. Tá segði Marjus Dam, formaður í felagnum, at sáttmálin er minst 12 ára gamal og eigur at vera dagførdur, skal viðgerin ikki vera afturúrsigld.

Tann 18. apríl heitti Marjus Dam á fólk um at endurnýggja receptir, tí vandi var fyri, at eingin sáttmáli var 1. mai.

Enn er eingin semja um ein framtíðarsáttmála men gongd er á samráðingunum, sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum við útvarpið i dag.

Ganga sámráðingarnar væl týsdagin fara kommunulæknarnir ikki í verkfall tá, men tað kann gerast neyðugt, um man ikki kemur nakran veg, sigur Marjus Dam

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008