Longri millum partarnar

29.12.2017 - 08:52
InnlendisSamfelag
Longri millum partarnar
Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, eftir at ongin semja fekst í lag millum Pedagogfelagið og arbeiðsgevararnar

Tað er longri millum partarnar nú, enn tað hevur verið.

Tað sigur Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag, eftir at ongin semja fekst í lag millum Pedagogfelagið øðrumegin og Fíggjarmálaráðið og Kommununala Arbeiðsgevarafelagið hinumegin.

- Vit høvdu vónað, at man vildi arbeiða við nøkrum uppskotum, og tað sær ikki út sum, at tað var nakar vilji til tað, sigur Jógvan Philbrow. 

Pedagogfelagið ætlar at seta nýggj tiltøk í verk, men hvørji tey verða, og nær tey verða sett í verk, vil Jógvan Phlbrow, formaður í Pedagogfelagnum ikki siga.

Hoyr samrøðu við Jógvan Philbrow omanfyri. 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 20. februar
RagnarRokk 20.februar 2025
186601
Hósdag 20. februar
RagnarRokk:Anna "Ace" Brunner um Galvanize
186596
Hósdag 20. februar
Leitisstein 18.02.2025
188081
Hósdag 20. februar
Andarblak 20. februar 2025
188079
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825