- Tíðindi, mentan og ítróttur
Kann ikki veita trygd fyri lív og heilsu
16.12.2017 - 13:33
Innlendis
Kann ikki veita trygd fyri lív og heilsu
- Vit kunnu ikki veita trygd fyri lív og heilsu hjá borgarum, sum Almannaverkið varðar av, um vit ikki fáa neyðugu undantøkini, sigur Edvard Heen
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/almannaverkid_0.jpg?itok=nwoC1sUk)
89 starvsfólk er ikki nokk til at veita trygd fyri lív og heilsu hjá teimum borgarum, sum Almannaverkið varðar av, tá verkfallið hjá pedagogunum verður hert mánamorgunin.
Tað sigur stjórin í Almannaverkinum, Edvard Heen, nú Pedagogfelagið einans vil geva undantak til, at 89 starvsfólk kunnu vera til arbeiðis undir verkfallinum, tá Almannaverkið hevur biðið um 140.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV