- Tíðindi, mentan og ítróttur
Góðtaka ikki at IWC tekur støðu til smáhvalaveiðu
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/grind_a_sandi1.png?itok=0ya5o6X5)
Føroyar góðtaka ikki, at Altjóða Hvalaveiðunevndin, IWC, eisini skal umrøða og taka støðu til grindahval og annan smáhval, tí tað verður gjørt í felagskapinum NAMMCO, sum er ein felagskapur fyri havsúgdjór í Norðuratlantshavi.
Tí royna Føroyar at ávirka gongdina, nú ES arbeiðir við einum uppskoti um, at øll londini í ES skulu standa saman um eitt uppskot, sum skal fáa Altjóða Hvalaveiðunevndina at friða grindahval og annan smáhval, sum eitt nú springarar.
Jóannes Vitalis Hansen í Uttanríkis- og Vinnumálaráðnum er samráðingarleiðari, tá talan er um altjóða stovnar, sum umsita tilfeingi í havinum:
- Vit gera fyrst og fremst vart við, at vit meta, at slík mál ikki hoyra heima í IWC men í NAMMCO, sigur hann.
Hoyr samrøðuna við Jóannes Vitalis Hansen, samráðingarleiðara, omanfyri greinina.
Sí eisini