- Tíðindi, mentan og ítróttur
B7 fer í verkfall

Sjúkarøktarfrøðingarnir herða verkfallið hósdagin.
Tá fara allir sjúkrarøktarfrøðingarnir á B7 á landssjúkrahusinum eisini í vekrfall. Talan er um 22 sjúkrarøktarfrøðingar, og tað merkir tá eisini, at deildin verður lagt.
Óluva í Gong forkvinna í sjúkrarøktafelagnum sigur, at felagið hevur sent eina víðkaða fráboðan í fíggjarmálaráðið, har boðað varð frá, at allir sjúkrarøktarfrøðingar, ið starvast á B7 á Landssjúkrahúsinum, fara í verkfall.
- Vit halda, at vit eiga at geva fíggjarmálaráðnum tíð til at hugsa seg um, og vit koma gjarna til samráðingarborðið til ein og hvørja tíð. Soleiðis sigur Óluva í Gong og skoytir uppí, at tey meta hetta verða rætta stig at taka.
Til samans eru áleið 46 sjúkrarøktarfrøðingar farnir í verkfall.
Sí eisini