- Tíðindi, mentan og ítróttur
Rektarin á Glasi boðið lærarunum á fund
20.10.2017 - 18:00
Innlendis›Samfelag
Rektarin á Glasi boðið lærarunum á fund
Tað hevur týdning at øll viðurskifti vera fingin í rættlag sum skjótast, sigur Bogi Bech Jensen, rektari

Rektarin á Glasi, Bogi Bech Jensen, legðist ikki á boðini eftir niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum, sum kom í gjár.
Hann hevur boðið teimum sjey lærarunum, sum kærdu, á fund.
Teir sjey lærararnir í Hoydølum taka niðurstøðuna hjá Mentamálaráðnum til eftirtektar, sigur ein av lærarunum við útvarpið.
Niðurstøðan sum er 20 síður, viðgerð klagurnar løgfrøðiliga, og eftir metingunum út frá tí, so hevur rektarin ikki gjørt nakað juridiskt skeivt, og tí kann Mentamálaráðið einki gera í málinum.
Men viðurskiftini kunnu altíð gerast betri, sigur Bogi Bech Jensen, rektari:
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV