- Tíðindi, mentan og ítróttur
Játta ikki pengarnar uttan víðari
19.10.2017 - 08:55
Innlendis›Politikkur
Játta ikki pengarnar uttan víðari
Forkvinnan í Fíggjarnevndini vil hava viðurskiftini á Landssjúkrahúsinum betur lýst.

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer í morgun at viðgera umbønina frá landsstýrinum um átta milliónir afturat í ár til Landssjúkrahúsið, so vanliga ætlaða virksemið har kann halda fram.
Uppskotið um eykajáttan kom í tingið í gjár.
Løgtingið samtykti við 17 atkvøðum fyri og 11 ímóti at víkja frá øllum tíðarfreistum.
Fundurin hjá Fíggjarnevndini verður klokkan hálvgum níggju.
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, er biðin um at koma á fundin.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV