- Tíðindi, mentan og ítróttur
Mangla 6 milliónir krónur
12.10.2017 - 10:14
Innlendis›Samfelag
Mangla 6 milliónir krónur
Pengarnir hjá Landssjúkrahúsinum eru uppi, Sirið Stenberg fer á fund við Fíggjarmálaráðið mánadagin

Landssjúkrahúsið koyrir á lægsta blussi. Allar skurðviðgerðir, sum kunnu bíða, eru útsettar til januar 2018, segði sjúkrahússtjórin í gjár, mikudagin 11. oktober.
Tað fara helst at mangla 6 milliónir krónur í, tá ið avtornar, sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, sum fer á fund við Fíggjarmálaráðið mánadagin.
Tað skulu helst sparast undir ein millión, sigur Sirið Stenberg, sum vil hava hjálp frá Fígjarmálaráðnum at loysa trupulleikan.
Hoyr samrøðuna við landsstýriskvinnuna her
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV