Tórshavnar kommuna er meldað til løgregluna

12.10.2017 - 12:21
InnlendisSamfelag
Tórshavnar kommuna er meldað til løgregluna
Fólk í Kaldbak siga seg hava prógv fyri, at gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommununa, koyra nógva mold á sjógv á Sundi.

Fólk í Kaldbak vilja hava løgregluna at kanna havnaútbyggingina á Sundi.

Tey siga seg hava prógv fyri, at gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommununa, koyra nógva mold á sjógv á Sundi.

Jónsvein Lamhauge, sum er stjóri í Tórshavnar Havn, sigur í stuttari viðmerking, at hann kennir einki til, at mold verður burturbeind.

- Vit hava fingið byggiloyvi og brúka tilfarið at fylla út. Moldin verður ikki burturbeind, men brúkt at fylla upp við, og tað er ein stórur munur, sigur hann og leggur afturat, at hann kennir einki til, at flótandi runa er við bátahylin í Kaldbak.

Málið er eisini latið Umhvørvisstovuni, sum fer at umrøða viðurskiftini á Sundi á einum fundi í morgin.
 

Áhugabólkur og Kaldbaksnevnd vilja hava løgregluna upp í málið

Janus Vang er í áhugabólkinum í Kaldbak, sum saman við Kaldbaksnevndini siga seg vita, at gravimaskinur og lastbilar, sum arbeiða fyri kommununa, koyra nógva mold á sjógv við Sundsá. So nógv mold er farin á sjógv, at fólk eru varug við flótandi runu við bátahylin í Kaldbak. 

Og í Kaldbak vilja tey hava løgregluna upp í málið. Tey vísa til løgtingslógina um bann móti burturkoyring av mold til sjós, sum hon eitur, har tað stendur, at tað er bannað at forkoma mold, leiri og øðrum tilfari frá útgrevsti, vegagerð og tílíkum við at koyra slíkt tilfar til sjós.

Eitt annað er, at tey halda, at moldin er til ampa fyri skeljadjór og hummarar á fjørðinum. Hetta veit Janus Vang tó ikki at siga við vissu. Men náttúran á Kaldbaksfirði kann sigast longu at vera undir trýsti við havnaútbygging og alivirksemi.

 

Kaldbaksfólk eru ónøgd

Í Kaldbak eru tey misnøgd við stóru havnaútbyggingina á Sundi.

Tey hava mótmælt ætlanini í fleiri førum.

Við hesum royna tey eisini at steðga sjálvari útbyggingini 

Og Janus Vang veit væl, at fólk í Kaldbak við hesum eisini kunnu vera við til at seinkað arbeiðið við sjálvari havnaútbyggingini.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 2. mai
RagnarRokk: Schmier um Birth of Malice
191321
Fríggjadag 2. mai
Morgunlestur fríggjadagur 2.mai 2025
191016
Hósdag 1. mai
RagnarRokk 1.mai 2025
190925
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 1. mai
Grønir fingrar (1:3)
191286
Mikudag 30. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
191210
Týsdag 29. apríl
Veðrið
191187
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117