Skeivt at nokta springaradrápi

26.09.2017 - 13:25
InnlendisSamfelag
Skeivt at nokta springaradrápi
Sýslumaðurin í Eysturoynni finst at avgerðini hjá sýslumanninum í Havn at nokta grindamonnum at halda springarum til í Sandágerði

Tað er ikki uppgávan hjá sýslumonnum at avgera, um borgarar hava fulla frystiboks, ella hvat útlendingar halda um springaradráp, sigur Jacob Vestergaard, sýslumaður í Eysturoynni.

Hann skilir ikki avgerðina hjá sýslumanninum í Havn, Finnboga Midjord, um at springararnir ikki skuldu gera landgongd í Havn, men í staðin blivu hildnir til í Skálafirði.

Sýslumaðurin hevur rætt at nokta, sigur Finnbogi Midjord. Hann sigur, at springaradráp er ringt fyri umdømið hjá føroyingum, og at grindamenn í Havn eiga ríkiligt av grind.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881