- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fiskivinnan má ikki býtast í A og B lið
Tríggir fjórðingar av fiskirættindunum vera verandi hjá verandi reiðarum. Ein fjórðingur av fiskirættindunum verður boðin út á almennum uppboði, og har sleppa bæði nýggir og verandi reiðarar at bjóða.
Hetta er tað, sum liggur á samráðingarborðinum, nú Vinnunevndin í Løgtinginum fer í holt við at viðgerða uppskotið hjá samgonguni um fiskvinnunýskipan.
Men vandin er, at verandi reiðarar fara at hava ov stóran fyrimun í mun til nýggjar aktørar, og at hesir nýggju sostatt fara at hava ilt við at fóta sær, heldur Ruth Vang, tingkvinna fyri Framsókn.
Ruth Vang ræðist, at 8 ára fiskiloyvini hjá verandi reiðarum vera endurnýggjað uttan stórvegis hóvasták hvørt ár, og at nýskipanin harvið fer at gera sera lítlan mun í mun til verandi skipan.
Atgongdin hjá nýggjum aktørum til fiskivinnuna verður ov avmarkað eftir okkara tykki. Og uppskotið hevur eisini verið ein torførur biti at slúka hjá Framsókn, men løgtingskvinnan tykist rímiliga nøgd við uppskotið, sum tað sær út nú.
Sí eisini