Hoyvíkssáttmálin: Loysn ella uppsøgn

19.05.2017 - 18:00
InnlendisPolitikkur
Hoyvíkssáttmálin: Loysn ella uppsøgn
Poul Michelsen, landsstýrismaður, er farin at ótolnast eftir, at Hoyvíkssáttmálin fæst at virka
Nú skal ein loysn finnast Hoyvíkssáttmálanum, ella má hann sigast upp, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður

Fæst Hoyvíkssáttmálin ikki at virka eftir endamálinum, so er betri, at hann verður settur úr gildi.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður.

Hesi 10 árini, Hoyvíkssáttmálin hevur verið í gildi, hava íslendingar økt sín útflutning til Føroya nógv, samstundis sum føroyski útflutningurin til Íslands hevur staðið í stað av forðingum av ymsum slag.

Tí skal ein loysn finnast, ella skal sáttmálin sigast upp, eru greiðu boðini frá landsstýrismanninum.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109
Fríggjadag 25. apríl
KAKUMiKS (4:7)
191050