- Tíðindi, mentan og ítróttur
Taka seinasta laksin í næstu viku
05.04.2017 - 13:56
Innlendis›Vinna
Taka seinasta laksin í næstu viku
Bakkafrost hevur longu tikið tríggjar fjórðingar av fiskinum í Hvannasundi
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/c8e592d3c4bb394e21711d2e5ddfc9b9.png?itok=brHTwxKS)
Laksurin í aliøkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi Norður, har sjúkuelvandi ILA-virus er staðfest, er væntandi tikin fyrst í næstu viku.
Tað er jaligt, at fiskurin verður tikin so skjótt, tí so leingi fiskur við ILA-virusi er í aliøkinum, er vandi fyri, at virusið kann breiða seg til alibrúk nærindis.
Tað sigur Debes Christiansen, deildarleiðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, sum hevur arbeitt við ILA í mong ár. Bakkafrost hevur longu tikið tríggjar fjórðingar av fiskinum í Hvannasundi.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV