- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hava einki í felag
Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, hevur sent uppskot í tingið um samanleggingina.
Tað var í 2011, at Johan Dahl, táverandi landsstýrismaður í vinnumálum, gjørdi av, at Arbeiðseftirlitið skuldi leggjast inn undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna. Grundgevingin var tá at samanleggingin fór at spara landinum fyrisitingarkostnað. Avleiðingarnar fyri stovnin vóru umfatandi. Starvsfólkatalið minkaði niður í helvt.
Men nú skal Arbeiðseftirlitið ikki longur virka undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, men í staðin leggjast saman við Brunaumsjón Landsins.
Tað er ikki greitt enn, hvussu nýggi samanlagdi stovurin skal eita, men hann fer væntandi at hava 8 starvsfólk, og fer at húsast sama stað, sum Almannamálaráðið og Heilsu- og Innlendismálaráðið.
Sí eisini