- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eftirlýsir avgerð í flokkinum um borgarstjórar
Norðoya Javnaðarfelag bað í fjør landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum avgera, um politikarar hjá flokkinum kunnu vera bæði borgarstjórar og løgtingsfólk í senn.
Kortini atkvøddu býráðslimirnir hjá Javnaðarflokkinum í Klaksvík í gjár fyri, at borgarstjórin, Jógvan Skorheim, kann vera borgarstjóri og løgtingsmaður.
Leiðslan í Javnaðarflokkinum skuldi eftir landsstevnuna í fjør arbeiða víðari við uppskotinum úr Norðoyggjum um dupultmandat.
Signhild V. Johannesen, sum er varaborgarstjóri í Klaksvík, hevur ikki frætt, hvussu er vorðið við uppskotinum. Men hon vónar, at málið verður avgreitt á landsstevnuni í vár.
Í farna kommunuvalskeiði vóru tveir javnaðarmenn borgarstjórar og løgtingsmenn, Heðin Mortensen og Kristin Michelsen.
Fyrst í apríl í fjør segði Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, at hann er ímóti, at fólk í flokkinum kunnu røkja tvey politisk størv í senn.
Hoyr samrøðu við Signhild V. Johannesen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini