- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Samgongan er framvegis arbeiðsfør
Løgmaður telur framvegis 17 fólk í landsstýrissamgonguni, og hann sigur, at samgongan er framvegis arbeiðsfør.
Men hann viðgongur, at støðan, sum er íkomin í Havn, eftir at Fólkaflokkurin hevur skipað samgongu við Tjóðveldi og Framsókn, er óheppin.
Síðani Fólkaflokkurin vendi Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum bakið í gjárkvøldið, og fór í part við Tjóðveldi og Framsókn, hevur Heðin Mortensen víst á, at hann er avgerandi atkvøðan í samgonguni, og at nógv stór mál eru á skránni, eitt nú fiskivinnunýskipanin.
- Eg skilji væl, at Heðin Mortensen kennir seg lumpaðan, og eingin sigur, at seinasti leikurin í talvinum um leiðsluna í høvuðsstaðarkommununi, er telvaður, sigur Aksel V. Johannesen, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum.
Hann nevnir møguleikan fyri, at Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn skipa býráðssamgongu.
Hoyr samrøðu, sum Sigrún Brend gjørdi við Aksel V. Johannesen í útvarpstíðindunum.
Sí eisini