- Tíðindi, mentan og ítróttur
#kv2016: Pláss ikki fyri øllum virkseminum
Vinnan hevur tað so gott í Fuglafirði, at pláss er ikki fyri øllum virkseminum í Fuglafjarðar Havn.
Útflutningvirði fyri tríggjar milliardir krónur fóru um bryggjukantin í Fuglafirði í fjør, og tað verður tað sama í ár. Tað ger Fuglafjarðar havn til størstu útflutninghavn í landinum.
Nógva virksemið ger, at tað til samans eru 900 størv í Fuglafjarðar Kommunu. Men í kommununi búgva bara 700 arbeiðsfør fólk, tí koma fólk úr øðrum kommunum til Fuglafjarðar at arbeiða.
Valbussurin hjá Kringvarpinum er á ferð um landið undan kommunuvalinum. Mikudagin varð steðgað á í Fuglafjarðar kommunu.
Hoyr samrøðuna við Rólant Højsted, havnarfúta, ið ynskir sær fleiri metrar av bryggjukanti aftrat.
Sí eisini