- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sirið góðkendi ikki havnarútbyggingina
11.08.2016 - 13:05
Innlendis›Politikkur
Sirið góðkendi ikki havnarútbyggingina
Landsstýriskvinnan las á Portalinum, at umsitingin í Innlendismálaráðnum hevði hevði givið Tórshavnar kommunu endaliga loyvið
![](https://kvf.fo/sites/default/files/styles/news_xtra_xtra_large/public/sirid3_0.png?itok=vc_JdUHk)
Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í innlendismálum, góðkendi ikki havnarútbyggingina í Havn, áðrenn hennara egna umsiting gav Tórshavnar kommunu endaliga loyvið.
- Tað kom púrasta óvart á meg, tá eg á landsstýrisfundi brádliga lesi á portalinum, at Tórshavnar kommuna hevði fingið loyvið, sigur Sirið Stenberg í dag um tað, sum hendi tann 30. juni
Partafólkini hjá Sirið Stenberg í Tórshavnar býráð eru ikki fyri havnarútbyggingini.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV