Sirið Stenberg: Dímun er í serstøðu

09.01.2016 - 13:12
InnlendisSamfelag
Sirið Stenberg: Dímun er í serstøðu
Landsstýriskvinnan lovar at kanna, hvussu støðan við drekkivatninum kann loysast

Trupulleikarnir við drekkivatninum í Stóru Dímun er ein serstøða, tí kommunan er so lítil, at tað kann vera torført at klára útreiðslurnar.

Tað sigur landsstýriskvinnan í kommunumálum, Sirið Stenberg, sum lovar at kanna, hvørjar loysnir eru.

Stóra Dímun hoyrir undir Skúvoyar kommunu.

Borgarstjórin, Harry Jensen, sigur, at tað er sera dýrt hjá kommununi at loysa trupulleikarnar við drekkivatninum, tí talan verður um eina umfatandi vatnleiðing og eitt stórt arbeiði. Eftir hansara tykki má landið hjálpa til.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444