- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eingin broyting í ferðaseðlaskipanini á Teistanum
Ferðafólk sum sigla við Teistanum, mugu brynja seg við toli. Verðandi skipan, har tú keypir ferðaseðil á dekkinum, heldur fram í ó-ásetta tíð, tí landsstýrismaðurin í samferðslumálum hevur onga loysn í løtuni.
Skipanin við ferðaseðlamaskinuni, sum stendur føst á dekkinum, riggar illani, tí hon seinkar fráferðina hjá Teistanum úr Skopun alt ov nógv í mun til fyrr, tá ein av manningini við maskinuni uppi á sær kundi fara í land at krevja ferðaseðil inn.
Tað kann í einstøkum føri taka upp í einar 3 til 4 minuttir at avgreiða bara ein bil við ferðaseðlamaskinuni- og so kann lesarin hugsa víðari - tá einir 25 bilar standa í kø - eins og ferðafólk skulu gjalda ferðaseðil. Tað skrivar Sandportal.fo.
Sí eisini